Innanlands

Tveir sløkkiliðsmenn heiðraðir fyri trúgva tænastu

Fríggjakvøldið vóru Jónsvein Bjartason og Helgi Olsen heiðraðir fyri trúgva tænastu hjá Skálafjarðar Kommunala Sløkkiliði í 25 ár

(Mynd: Nes kommuna)

(Mynd: Nes kommuna)

2024-09-09 12:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjkvøldið 6. september vórðu tveir sløkkiliðsmenn í Skálafjarðar Kommunala Sløkkiliði – SKS – heiðraðir fyri trúgva tænastu í sløkkiliðnum í 25 ár.

Talan var um Jónsvein Bjartason, av Strondum, og Helgi Olsen, úr Rituvík.

Í sambandi við 50 ára dagin hjá SKS var hugnalig samkoma á Svangaskarði, har Súni í Hjøllum, formaður í tilbúgingarnevndini hjá SKS, handaði sløkkiliðsmonnunum heiðurstekin, skrivar Nes kommuna í tíðindaskrivi.

Tað var Hennara Hátign, Drotning Margretha II, sum í 1973 stovnaði heiðurmerkið fyri sløkkiliðsfólk.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder