Innanlands

Tveir smittutilburðir afturat

Báðir eru partur av kendari smittuketu – Seinasta samdøgrið eru seks persónar eisini staðfestir frískir, og sostatt eru 45 persónar staðfestir smittaðir í løtuni

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

2021-06-06 14:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár vórðu tveir nýggir smittutilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini frá Landslæknanum. Báðir persónar eru partur av kendari smittuketu.

Síðan í gjár eru eisini seks persónar afturat staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 45 persónar staðfestir smittaðir í løtuni, skrivar corona.fo.

743 persónar hava tilsamans fingið staðfest koronasmittuna í Føroyum, og 697 persónar eru staðfestir frískir aftur. Ein persónur er deyður við koronu í Føroyum.

1465 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú gjørdar 285.401 kanningar. 220 persónar eru í sóttarhaldi.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder