2018-07-06 08:20
Løgreglan fekk í gjárkvøldið klokkan 17:50 fráboðan um, at tveir stórhvalir vóru strandaðir á oyrini millum Streymnes og Hvalvík.
Fólk, sum høvdu sæð teir, hildu, at talan var um fleiri hvalir, tí mann sá ikki allan hvalin, sum hann var. Talan var tó bert um tveir hvalir.
Løgreglan bað um hjálp frá Vørn, so Brimil kundi koma og hjálpa við at hála hvalirnar leysar - men áðrenn Brimil kom á staðið, vísti tað seg ikki at verða neyðugt.
Hvalirnir gjørdu nevniliga ein vørr beint áðrenn klokkan hálvgum sjey í gjárkvøldið og megnaðu sjálvir at koma leysir.
Hvalirnir vóru nebbafiskar, sum er næststørsta hvalaslagið í heiminum - bara royðrar eru størri - og teir verða í miðal 90-140 ára gamlir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald