2023-05-06 09:47
Seinasta samdøgrið hevur sum heild verið rættiliga friðarligt, sigur løgreglan.
Men í nátt tók løgreglan ein persón á skutara fyri at koyra ávirkaður, og ein fyri at koyra bil uttan koyrikort.
Talan var í hesum førinum um ein ungan persón, sum ikki hevði aldur til at koyra bil, og verður sosialrapport skrivað, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Báðir vórðu tiknir í miðstaðarøkinum.
Í gjár var løgreglan eisini úti og gjørdi ferðslukanningar í miðstaðarøkinum og norðurøkinum, men har var einki at finnast at.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald