2021-09-09 12:11

Í gjár vóru tveir nýggir tilburðir av koronu staðfestir. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum, sambært corona.fo.
- Í eina førinum er smittan staðfest við kanning tveir dagar eftir komu til Føroyar. Í hinum førinum er talan um ein skúlanæming, har smittukeldan er kend.
963 kanningar vóru gjørdar, so positivprosenti er lágt. Sjey nýggir tilburðir eru staðfestir hesa vikuna, og í løtuni eru 27 smittað í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald