Innanlands

Tveir túrar hjá Smyrli avlýstir vegna veður

Talan er um túrarnar av Krambatanga klokkan 11.30 og av Havnini klokkan 16. Hinir fýra ætlaðu túrarnir í dag verða sigldir, men aðrar avlýsingar ella broytingar á oyggja- og bygdaleiðum kunnu væntast, skrivar SSL

Strandferðslan boðaði í gjár frá, at vegna vána veðurforsøgn verða tveir túrar á Leið 7 avlýstir í dag, mikudagin 20. november. Harvið verður langt millum túrarnar nú (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Strandferðslan boðaði í gjár frá, at vegna vána veðurforsøgn verða tveir túrar á Leið 7 avlýstir í dag, mikudagin 20. november. Harvið verður langt millum túrarnar nú (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-11-20 08:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nú klokkan 08.45 fer Smyril av Havnini, men næsti túrur suður verður ikki fyrrenn klokkan 21.15 í kvøld.

Strandferðslan boðaði í gjár frá, at vegna vána veðurforsøgn verða tveir túrar á Leið 7 avlýstir í dag, mikudagin 20. november.

Talan er túrarnir av Krambatanga klokkan 11:30 og av Havnini klokkan 16:00.

Hinir túrarnir í dag verða sigldir. Harvið verður farið av Krambatanga aftur klokkan 18.45.

Sí ferðaætlan og broytingar her

Strandferðslan boðar annars frá, at vegna vánaliga verðurforsøgn fyri mikudagin 20. november, kann roknast við møguligum avlýsingum ella broytingum á bæði oyggja- og bygdaleiðum.

Sagt verður millum annað frá nógvum vindi út á seinnapartin. Sí veðrið HER

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder