Tveir túrar hjá Smyrli avlýstir vegna veður

Talan er um ætlaðu túrarnir av Havnini klokkan 08.45 og av Krambatanga kl. 11.30

Vindurin og ættin órógva (Mynd: Sverri Egholm)

Vindurin og ættin órógva (Mynd: Sverri Egholm)

2026-03-11 06:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Vegna vána veðurforsøgn eru túrarnir av Havnini kl. 08.45 og av Krambatanga kl. 11.30 mikudag 11. mars avlýstir.

Hesum boðaði Strandferðslan frá á heimasíðu sínari í gjárkvøldið.

Smyril er á veg á Havnina nú, men siglir harvið ikki aftur fyrrenn klokkan 16 av Havnini.

Eftir ætlan verða hesin túrurin, umframt teir báðir í kvøld, sigldir sum vant.

Sí ferðaætlan her

Sagt verður frá fitt av vindi í dag, og tað ávirkar.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder