Innanlands

Tveir túrar hjá Teistanum seinnapartin fella burtur

Talan er um túrarnir av Gomlurætt klokkan 15:50 og úr Skopun klokkan 16:35, og er tað vegna tekniskt arbeiði. Strandferðslan boðar eisini frá, at vegna serligar umstøður er ongin koyring á leið 350, tað ið eftir er av degnum

2022-12-27 14:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Um jólini, og eisini í tíðini upp til, varð samferðslan nógv darvað av veðrinum. Nú er veðrið væl betri, og tað er ikki vegna veður, at onkrar broytingar eru í hjá Strandferðsluni í dag.

Á heimasíðuni ssl.fo verður boðað frá, at vegna tekniskt arbeiđi umborđ á Teistanum í dag, týsdag 27. december, verða túrarnir av Gomlurætt klokkan 15:50 og úr Skopun kl. 16:35 ikki sigldir.

Teistin er júst farin av Skopun - siglt verður nú fyrst út í Hest - og fer av Gomlurætt aftur klokkan 17.20.

Strandferðslan boðar eisini frá, at eingin koyring verður á leið 350, tað ið eftir er av degnum. Hetta er vegna serligar umstøður; talan er um bussleiðina úr Havnini til flogvøllin, víðari til Gásadals og aftur. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder