2021-08-27 07:59

Løgreglan sóknast í morgun eftir vitnum til eina hending, sum fór fram á skeinkistaðnum Glitnir um ellivutíðina í gjárkvøldið.
Ein persónur dugdi ikki at uppføra seg, og skal hava tveitt eitt glas eftir einum duravørði, men í løtuni veit løgreglan ikki hvør viðkomandi er.
Tey sum hava sæð hendingina skulu venda sær til løgregluna á telefon 114.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald