Mentan

Tvey á oynni hjá Bergman – Fårö

Verður vístur í Havnar Bio mikudagin

2022-04-07 10:21 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Mikudagin 13. apríl sýnir Filmsfelagið nýggja filmin ”Bergman Island”, sum fær bestu ummæli úti í heimi. Sýningin í Havnar Bio er, eins og allar aðrar í Filmsfelagnum, almenn.

List, kærleiki og melankoli. Maður og kona, sum bæði arbeiða við filmi, fara til kendu svensku oynna hjá Ingmar Bergman, Fårö, at arbeiða og at halda frí, tá landslagið festir í gomul minni hjá amerikanska parinum. 

Chris (Vicky Krieps) og Tony (Tim Roth) eru bæði leikstjórar og skulu hvør í sínum lagi skriva hetta heita summarið á oynni. 

Gandakenda svenska landslagið, har Bergman búði og gjørdi fleiri av kendastu filmunum, skal geva teimum íblástur at gera enn ein film. 

Dagur dettur av degi í svenska skergarðinum, og tey bæði elskandi flyta seg longur inn í listina, men eisini longur burtur hvør frá øðrum.

Fyrstu kærleikssambondini hjá Chris fara at spøkja, og markið millum veruleika og fiktión kámast burtur, meðan nýggi filmurin, sum nú er ein filmur í filminum, byrjar at taka skap.

Mia Hansen-Løve (f.1981) er franskur leikstjóri, sum hevur vunnið fleiri altjóða filmsvirðislønir, m.a. í Cannes, Berlin og Reykjavík. 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder