
Minst tvey børn doyðu og 17 fólk fingu skaða, tá ein illgerðarmaður skjeyt frá hond í einum skúla í Minneapolis í amerikanska statinum Minnesota í gjár.
Dripnu børnini vóru átta og tíggju ára gomul.
Sambært løgregluovastanum í býnum eru 14 av teimum 17 eisini børn, og støðan hjá tveimum teirra var álvarslig í gjár. Sambært CNN sjónvarpsstøðini er tað yngsta av teimum innløgdu einans seks ár.
Løgregluovastin, Brian O’Hara, upplýsir, at illgerðarmaðurin er deyður fyri egnari hond. 23 ára gamli maðurin var ikki kendur av løgregluni frammanundan. Løgreglan arbeiðir enn við at áseta, hvat fekk mannin at gera slíkt.
Seinni skrivaði Kash Patel, FBI-ovasti á X, at FBI kannar málið sum yvirgangs og hatursbrotsverk vent móti katolikkum.
Millum tey fyrstu, sum sendu samkensluskriv til USA var Leo XIV pávi.
Gerningsmaðurin skal hava skotið inn gjøgnum vindeyguni eftir børnum, sum vóru til messu um morgunin, lokala tíð. Hann var vápnaður við eini riflu, eini høglbyrsu og eini pistól. Sambært løgregluovastanum, vóru vápnini keypt á lógligan hátt.
- Hetta var ein tilætlað harðskapsgerð móti ósekum børnum og øðrum fólkum í kirkjuni. Slík ógerð at skjóta inn í eina kirkju full av børnum, er ikki til at fata, segði Brian O’Hara á tíðindafundi.
Skottilburðurin hendi tveir dagar eftir at nýtt skúlaár var byrjað.
Brian O'Hara politiovasti
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald