Mikukvøldið 18. mars klokkan 19 skipa Autismufelagið og ADHDfelagið fyri valfundi í Perluni undir heitinum “Minst til okkara, tá tú setur krossin”.
– Við einum samlaðum limatali væl omanfyri túsund, umboða feløgini við familjum limanna, túsundtals borgarar í føroyska samfelagnum, sum dagliga merkja avleiðingarnar av einum undirraðfestum øki, skrivar feløgini í tíðindaskrivi.
– Tíðin er komin til at hava breiðari kjak, raðfesting og ítøkiligar loysnir. Vit hava nøkur boð, men týðandi er eisini, at komandi løgting og landsstýri hava ætlanir, loysnir og vilja raðfesta, skriva feløgini, sum vilja hava sálarheilsu á politisku dagsskránna.
Feløgini vísa á, at psykiatriska økið ikki hevur fingið nøktandi politiska raðfesting, og tí má okkurt serligt gerast nú.
– Bíðirøðin og bíðitíðin til psykiatri er nógv tann longsta í føroyska heilsuverkinum, og alt ov lítið tilfeingi og ov fá viðgerðartilboð eru á økinum. Tað halda feløgini vera eitt álvarsligt samfelagsligt mál, ið eisini kann metast sum brot greinarnar 19,24,25 og 26 í brekrættindasáttmála hjá ST.
Á valfundinum vera tvey faklig upplegg umframt politiskt kjak.
Tórunn Ósá, námslektari og PhD-lesandi, fer at leggja fram nýggja føroyska gransking, sum vísir, at børn, ið verða seinni útgreinað, oftari fáa strongdartengdar sálarsjúkur enn børn, sum verða útgreinaði tíðliga.
Anna Kristina Niclasen, funktiónsleiðari á Barna- og ungdómspsykiatriini fer eisini at leggja fram ítøkiligar loysnir til, hvussu skjótari útgreining og betri hjálp til børn og familjur kann tryggjast.
Aftaná uppleggini verður politiskt kjak, har umboð úr øllum flokkum fáa høvi at svara spurningum og greiða frá, hvussu tey vilja raðfesta psykiatri og sálarheilsu komandi árini.
Tiltakið verður stroymt beinleiðis.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald