Innanlands

Tvey ferðsluóhapp í gjár

Ein bilur koyrdi inn í veggin í Sumbiartunlinum, og ein bilur bakkaði inn í ein parkeraðan bil í Havn

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-06-29 10:49 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár fekk løgreglan fráboðanir um tvey ferðsluóhapp.

Eitt ferðsluóhapp var í Suðuroynni, og eitt var í høvuðsstaðnum, men talan var ikki um nakað álvarsligt, og eingin fólkaskaði var, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Fyrra óhappið hendi í Sumbiartunlinum um klokkan átta leygarmorgunin.

Talan var um eitt sonevnt soloóhapp, har ein bilur rendi inn í tunnilsveggin, tá hann skuldi snara undan einum steini á vegnum. 

Seinna óhappið hendi í miðbýnum í Havn um klokkan hálvgum níggju á kvøldi.

Talan var um ein bil, sum hevði bakkað inn í ein parkeraðan bil og var síðani rýmdur av staðnum aftur. Tað eydnaðist tó løgregluni at finna fram til eigaran av bilinum og føraran, sum hevði koyrt bilin, og hann er nú skuldsettur fyri at rýma undan einum ferðsluóhappi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder