Innanlands

Tvey ferðsluóhapp í gjár

Ein bilur fór á glið í hálkuni, og ein koyrdi á eitt prutl

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-01-18 09:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrrapartin í gjár, stutt fyri klokkan 11, varð boðað frá einum hálkuóhappi í Nesvík, har ein bilur fór á glið og endaði niðri í einari veit.

Trý fólk vóru í bilinum - ein vaksin og tvey børn - og tey vórðu koyrd á Landssjúkrahúsið til kanningar. Tey hava tó ongan skaða fingið, men verri var við bilinum, sum fekk rættiliga stóran skaða, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Um kvøldið, stutt eftir klokkan 18, var eitt annað ferðsluóhapp inni á Toftum, har ein bilur koyrdi á eitt prutl.

Prutlførarin varð koyrdur á Landssjúkrahúsið, og staðfest er, at hann hevur fingið nakrar snuddir, sigur vaktleiðarin, sum leggur afturat, at hann var í hjálmi.

Bilførarin verður skuldsettur fyri brot á víkiskylduna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder