
Vakthavandi á politistøðini upplýsir, at løgreglan ikki hevði nógv at gera í nátt. Tað var friðarligt, og einki mál uppstóð.
Tó var nakað at gera á ferðsluøkinum. Tað hevur verið nógvur kavi og í seinastuni, og har var okkurt dømi í nátt um "soloóhapp", har ein bilur lá við síðuna av vegnum, tí hann var farin útav av hálkuni. Talan var tó ikki um nakran álvarsligan skaða.
Í Norðagøtu vóru tvey ferðsluóhapp. Klokkan hálvgum fimm rendu tveir bilar saman. Annar førarin fekk klipp í koyrikortið, tí hann ikki helt neyðugu frástøðuna. Klokkan hálvgum átta í morgun var aftur galið á sama staði. Tá fekk annar førarin klipp fyri brot á víkiskyldu og treytaða frádøming av koyrikortinum.
Ein úr hvørjum ferðsluóhappi varð fluttur á sjúkrahús til víðari kanningar, men talan var ikki um nakran álvarsligan skaða. Vakthavandi sigur, at hesar støðurnar ikki uppkomu orsakað av koyrilíkindum sum men heldur av óansi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald