Fleiri fólk lótu lív í dag, tá tvey flogfør duttu niður í Sveis.
Fyrst datt eitt minni flogfar niður fyrrapartin í einum skógarøki nær við býin Hergiswil í Sveis. Ein familja - tvey vaksin og tvey børn - hava latið lív í vanlukkuni.
Eldur kom í flogfarið, meðan tað datt niður, og tað elvdi til ein skógareld. Eldurin spreiddi seg, áðrenn bjargingarfólk komu á staðið, og tí varð neyðugt at sløkkja eldin við tyrlum, ið kastaðu vatn niður á skógarøkið, skrivar DR.
Um hálvgum fýra tíðina datt eitt annað flogfar niður. Hesu ferð við Piz Segnas fjallinum í eystara partinum av Sveis.
Flogfarið datt niður í 2.500 metrar hædd, og enn er talið av deyðum í tí vanlukkuni ikki almannakunngjørt. Flogfarið hevði pláss til 19 fólk, og tí er vandi fyri, at tey øll hava latið lív.
Enn veit man ikki, hvat orsøkin til vanlukkurnar er, og verður hetta kannað av myndugleikunum í løtuni.
Í síðstu viku datt eitt propelflogfar við fýra fólkum umborð niður í Sveis, tá tað fleyg inní ein jøkul í alpunum. Øll fýra fólkini lótu lív. Sambært Ritzau hevur man heldur ikki funnið orsøkini til ta vanlukkuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald