Innanlands

Tvey fólk á røktarheimi í Aarhus og tveir læknar í Danmark smittaði við corona

Búfólkini eru smittaði av einum starvsfólki - læknin hevur verið á skíferiu í Eysturríki. Í Danmark fyllur coronavirusi alt í løtuni. 615 fólk eru nú smittaði tilsamans

Aarhus (Mynd: Google)

Aarhus (Mynd: Google)

2020-03-12 12:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Danmark er at kalla farið í undantaksstøðu. Hetta er greitt eftir nýggjastu kunningina og tilmælini frá Mette Frederiksen og myndugleikunum í gjárkvøldið.

Les eisini: Danmark leggur stilt

Nakrir skúlar, stovnar og annað vórðu longu stongd áðrenn kunningina. Í gjár hoyrdist eisini um fyrsta tilburðurin av coronavirusi á einum røktarheimið. Tað er ferð aftaná ferð gjørt greitt, at coronavirusi rakar eldri fólk harðast. Eitt starvsfólk á røktarheimi í Aarhus hevur fingið staðfest smittuna, og í gjár høvdu seks búfólk víst sjúkueyðkenni.

Tey vórðu koyrd í sóttarhald og kannaði, og í dag er greitt, at tvey teirra eru smittaði. Tað er fyrstu ferð, at tað frættist um at eitt røktarheim er rakt av corona.

Læknar eru eisini raktir. Ein læknaklinikk í Græsted i Norðursælandi er eisini rakt av covid-19. Ein lækni kom heim frá skíferiu í Tyrol í Eysturríki, ið hevur verið hart rakt, og sum verður mett at verða eitt vandaøki. Læknin er nú í sóttarhaldi, og klinikkin er stongd.

Í Vejle eru 30 starvsfólk á einari deild á sjúkrahúsi í Vejle í sóttarhaldi. Eisini her er er talan um lækna, ið hevur verið í Tyrol. Hetta hevur ávirkan á ætlaðar skurðvigerðir í dag og í morgin. Læknin, ið sambært Vejle Amts Folkeblad, er ein yvirlækni, hevur verið í samband við fleiri sjúklingar, ið nú fáa boð um, hvussu teir skulu fyrihalda seg. 

Danmark er tað landið í Evropa, har coronasmittan hevur sprett seg skjótast seinastu dagarnar, og alt er ávirkað: 

- Fólkakirkjan hevur avlýst allar guðstænastur í Danmark komandi tvær vikurnar. Dópur, jarðarferðir og vígslur kunnu framhaldandi haldast - tó við í mesta lagi 100 fólkum í samsvar við nýggjastu tilmælini. Kirkjumálaráðið hevur eisini mælt til, at allir sjálvbodnir felagskapir og trúðarsamfeløg avlýsa næstu 14 dagarnar. Tey kristiligu føroysku arbeiðini á Amager - Í LM-kirkjuni og í Kristnastovu - boðaði í gjárkvøldið frá, at tey avlýsa alt virksemi næstu tvær vikurnar.

- Venjingarmiðstøður eru "eitt gott stað" at spreiða smittu, og tað taka fleiri fyritøkur á økinum avleiðingina av. Millum annað Fitness World, ið hevur 170 miðstøðir kring landið, hevur stongt komandi tíðina

- Hóast staðilig tilmæli frá Mette Frederiksen og øðrum í gjár um ikki at keypa inn undir seg, vóru bíðirøðini ógvuliga lang í matvøruhandlum í gjárkvøldið. Hillarnar ymsastaðni vórðu tømdar, og tað varð rok í einum Netto-handli á Fjóni í gjár, har ein persónur byrjaði at kasta við tingum í øði.
(Í Havn var eisini nógv ferðsla til matvøruhandlar í gjárkvøldið - Løgmaður vísti á trupulleikan viðvíkjandi hesum: Video: Vísið samfelagssinni og ikki keypið inn undir tykkum


- Fólk stríðast eisini fyri at keypa á netinum. Á nemlig.com, ið er ein síða har ein kann bíleggja gerandisvørur, ið síðani verða koyrdar út, eru beint yvir 48.000 fólk í bíðirøð í løtuni 

Tilsamans eru nú 615 fólk smittaði í Danmark. Tað eru ein øking á 101 síðani í gjár. 2.761 eru kannaði i Danmark. 

Kelda: TV2.dk

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder