Innanlands

Tvey fólk í bilinum – ein fór á sjúkrahúsið

Eingin annar bilur var uppi í óhappinnum

2019-01-11 11:26 Author image
Ari av Rana
placeholder

Eitt ferðsluóhapp var omanfyri Norðskála í morgun, tá ein bilur fór av vegnum. Tvey fólk vóru í bilinum og bilførarin, ein kvinna, varð koyrd á sjúkrahúsið.

- Bilførarin er á sjúkrahúsinum, har hon verður kannað í løtuni. Vit vita ikki annað, enn at hon ikki er í lívsvanda, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.

Tað var eitt solo-óhapp, har bert hesin eini bilur var uppi í.

Ein maður var eisini í bilinum, og hesin hevur tað gott eftir umstøðunum. Hann er eitt sindur skelkaður, men hevur ikki fingið nakran skaða.

Løgreglan hevur enn ikki havt møguleika at tosa við kvinnuna um júst hvat hendi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder