
Tveir persónar, sum báðir vóru í starvi á ísraelsku sendistovuni í USA, eru dripnir av skotum í amerikanska høvuðsstaðnum, Washington D.C.
Tað skrivar amerikanska ráðkvinnan fyri innanlandstrygd, Kristi Noem, í eini dagføring á X tíðliga í morgun, okkara tíð.
Teir vórðu dripnir nærhendis jødiska savnið, Capital Jewish Museum, verður sagt.
- Vit kanna málið og arbeiða við at fáa fleiri upplýsingar í málinum, skrivar Kristi Noem.
Ein 30 ára gamal maður er handtikin í hesum sambandið, upplýsir løgregluovastin í Washington D.C. fyri Reuters. Talan er um 30 ára gamla Elias Rodriguez.
Hann var, sambært løgregluovastanum, sæddur ganga aftur og fram uttan fyri jødiska savnið innan skottilburðin. Eisini skal hann hava rópt “Free, Free Palestine”.
Upplýst er ikki hvørjir teir drupnu persónarnir eru. Ella hvørjar uppgávur teir høvdu á ísraelsku sendistovuni.
Amerikanska løgmálaráðkvinnan, Pam Bondi, hevur verið á staðnum, skrivar hon í eini dagføring á X. Talan er um eitt “ógvusligan skottilburð”, skrivar hon.
Sambært miðlinum CNN sigur ein talspersónur fyri ísraelsku sendistovuna, at ísraelski sendimaðurin til USA ikki var til staðar, tá tilburðurin hendi.
Ísraelski sendiharrin, Danny Danon, hevur eisini viðmerkt skottilburðin á X. Talan er um eina “siðspillandi antisemittiska yvirgangsatsókn”, skrivar hann.
- At skaða jødiska samfelagið er at fara yvir um mark. Vit eru vís í, at amerikansku myndugleikarnir fara at taka sær við harðari hond av teimum, sum hava ábyrgdina fyri hesari brotsgerð. Ísrael fer framhaldandi at virka avgjørt fyri at verja sínar borgarar og umboðsfólk – alla staðni í heiminum, skrivar Danon.
Ted Deutch, stjóri fyri felagsskapin American Jewish Commitee, sigur við CNN, at felagsskapurin í gjárkvøldið var vertur fyri einum tiltaki á jødiska savninum.
- Vit eru sera hørm um, at ein ein ófatilig misgerð fór fram á staðnum, sigur hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald