
Í sambandi við ein stuldur í Føroya Keypsamtøku í Hoyvík í gjár, handtók løgreglan í gjár tvey fólk, sum nú eru skuldsett fyri 22 stuldrar – allir farnir fram í sama handli í Hoyvík.
Tað var fyrrapartin í gjár, at handilin boðaði frá, at tvey fólk vóru runnin frá staðnum eftir at hava stolið nakað av vørum í handlinum.
Løgreglan fann fram til fólkini og tók tey á støðina til avhoyringar. Tí tað vísir seg nú, at somu fólk, maður og kvinna í tilkomnum aldri, eru undir illgruna fyri 19 ella 20 ymiskar tilburðir av stuldri í FK Hoyvík.
Hetta er staðfest út frá vakmyndatólum í handlinum. Løgreglan kann ikki upplýsa hvussu tey hava stolið fyri, men talan hevur verið um vørur fyri nakrar hundrað krónur hvørja ferð. Nakrar ferðir eru tey farin inn aftur í handilin við stolnu vørunum, kallað tað fyri feilkeyp, og fingið reiðan pening afturfyri.
Fólkini vórðu avhoyrd á løgreglustøðini í gjár har tey skuldu fyrihalda seg til tær 19-20 skuldsetingarnar. Eftir avhoyringarnar vórðu tey latin leys aftur.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini hevði í morgun ikki møguleika fyri at upplýsa hvussu tey fyrihildu seg til skuldsetingarnar, men sigur, at løgreglan arbeiðir víðari við málinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald