Tvey føroysk frímerki komu út í gjár, týsdagin 9. mai. Felagsnevnarin fyri tey bæði er friður.
Friðarlag
Tað fyrra frímerkið hevur Edward Fuglø sniðgivið, og hevur tað heitið ”Friðarlag”. Hermaðurin við fagottini, blómunum og friðardúgvuni vekir hugmyndasamband við yrkingina ”The Strangest Dream” hjá Ed McCurdy.
- Vit, ið vuksu upp undir kalda krígnum, minnast við ekka og stúran aftur á óunniliga atomara stígin millum eystur- og vesturheimin í kjalarvørrinum á seinna heimsbardaga.
Friður - hægsta virði mannaættarinnar
Hetta er evnið fyri Evropa-frímerkini í 2023, og verður tað lýst við einum felags myndevni, sum øll luttakandi postverk geva út í 2023.
Myndevnið er úrslit av eini kapping, og ímyndar eitt nýtt friðarmerki. Íblásturin er frá keltiska kærleiksknútinum við samantvinnaðum hjørtum.
Teir ymisku litirnir súmbolisera allar heimsins tjóðir, og hendurnar við flættaðum fingrum bera boð um virðing sínámillum. Sniðið eiga Linda Bos og Rúna Egilsdóttir.
Til ber at lesa meira á stamps.fo.
Posta
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald