Innanlands

Tvey hálkuóhapp í morgun

Eingin fólkaskaði, men tó var eitt sindur av materiellum skaða, sigur løgreglan – Seinnapartin í gjár vórðu sjey bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-03-06 10:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Landsverk boðar frá hálku kring landið, og sambært løgregluni hevur hálkan elvt til tvey ferðsluóhapp í morgun.

Ein bilur fóru útav vegnum, og ein annar rendi í ein annan bil.

Fyrra óhappið hendi á Tvøroyri um klokkan seks í morgun, og tað seinna hendi í høvuðsstaðnum beint áðrenn klokkan átta.

Eingin fólkaskaði var, men í báðum førum var eitt sindur av materiellum skaða, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Seinnapartin í gjár – millum klokkan 14 og 15 – var løgreglan úti og kannaði ferðsluna í Kollfjarðardali, og í hesum sambandi fingu sjey bilførarar klipp fyri at koyra ov skjótt.

Teir koyrdu allir millum 102 og 113 kilometrar um tíman, hóast mest loyvda ferðin er 80 kilometrar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder