Innanlands

Tvey harðskapsmál í nátt: Løgreglan sóknast eftir vitnum

Beint eftir klokkan fýra vóru tvær hendingar í miðbýnum í Havn, og løgreglan vil fegin frætta frá fólki, sum hava sæð, hvat er farið fram

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-04-23 09:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í nátt vóru tvær hendingar í miðbýnum í Havn, har fólk vóru fyri harðskapi. Ein endaði á Landssjúkrahúsinum, og varð innlagdur til observatión.

Hendingarnar fóru fram í økinum við Sverrisgøtu og í Steinatúni beint eftir klokkan fýra.

Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur, at tey vita hvør framdi harðskapin, og at tveir gerningsmenn eru í eina málinum, meðan tað í hinum førinum var talan um ein.

Løgreglan kannar málini, og vilja tey fegin frætta frá fólki, sum hava sæð, hvat er farið fram, leggur vakthavandi afturat.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder