2019-03-04 09:01
Løgreglan gjørdi ferðamátingar Millum Fjarða í gjár, og úrslitið varð, at tvey klipp vórðu givin.
Tað var millum klokkan 16 og 17:30 at løgreglan gjørdi kanningarnar. Tveir bilførarar fingu klipp í kortið. Tann eini koyrdi 107 km/t, meðan hin koyrdi 105 km/t.
Ein triði bilførari var heppin, tí at hesin slapp akkurát undan at fáa klipp. Hesin koyrdi 102 km/t, men av tí at óvissan við ferðamátingini ger, at 3 km/t verða tiknir av ferðini, slapp hesin akkurát undan at fáa klipp.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald