2026-02-15 10:12
Í gjár varð løgreglan úti og kannaði ferðsluna, og í hesum sambandi vórðu trý mál skrivað.
Í tveimum førum varð ein bilførari tikin fyri at koyra við børnum, sum ikki sótu rætt íbundin. Tað fáa teir báðir bót og klipp í koyrikortið fyri.
Eisini varð ein treylari steðgaður. Hann hevði saltsekkir í lastini, sum ikki vóru nóg væl tryggjaðir, og var tí vandi fyri, at lastin kundi detta av.
Slíkt kann enda við, at bilførarin missir koyrikortið treytað, men talan kann eisini bert gerast um eina bót, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald