Innanlands

Tvey klipp og ein frádøming av koyrikortinum

Tríggir bilførarar vórðu tiknir fyri at koyra ov skjótt í gjár.

(Mynd: Google)

(Mynd: Google)

2026-02-12 08:52 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tíðliga gjáramorgunin gjørdi ferðsluløgreglan ferðakanningar millum Fjarða. Her var ein bilur máldur til at koyra 109 kilometrar um tíman, har mest loyvda ferð er 80 – tað gevur klipp í koyrikortið.

Ein annar bilførari fekk somu revsing við at koyra 77 kilometrar um tímar í Søldarfirði, har mest loyvda ferð er 50 km/t.

Triði bilførarin fekk harðari revsing.

Hann koyrdi 84 kilometrar um tíman á landsvegnum millum ringvegin í Havn og býlingin Norðrasta Horn. Hóast tað er landsvegur, so er hægst loyvda ferð her sett niður á 60 kilometrar um tíman, og 24 km/t yvir hægst loyvdu ferð her, gevur treytaða frádøming av førararættinum, upplýsir vaktleiðarin hjá løgregluni.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder