Innanlands

Tvey klipp og ein treytað frádøming

Ferðslukanningar í Kollafirði í gjár

2019-01-16 06:56 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fleiri brot á ferðslulóggávuna vórðu staðfest, tá ferðsluløgreglan gjørdi kanningar í Kollafirði í gjár, bæði innan- og uttan fyri bygt øki.

Ein bilførari fekk treytaða frádøming av koyrikortinum fyri at koyra við eini ferð á 111 kilometrar um tíman uttan fyri bygt øki, meðan tveir bilførarar fingu klipp í koyrikortið fyri at hava koyrt 78 og 75 kilometrar um tíman í bygdum øki.

Harafturat vórðu fýra bøtur skrivaðar út til bilførarar, sum eisini koyrdu ov skjótt, men tó ikki so skjótt, at strangari revsingar máttu takast í brúk.

Eisini fekk ein bilur koyriforboð, tí hann ikki var í nóg góðum standi, upplýsir vaktleiðarin hjá løgregluni í morgun.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder