Innanlands

Tvey klipp og ein treytaleys frádøming

Tríggir bilførarar í Eysturoynni koyrdu ov skjótt í gjár – Ein koyrdi heilar 141 kilometrar um tíman

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-12-13 09:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár varð løgreglan úti og gjørdi ferðmátingar á vegnum millum Kambsdal og Fuglafjørð, og har vórðu trý mál skrivað.

Tveir bilførarar fingu klipp fyri at koyra ávikavist 106 og 107 kilometrar um tíman, hóast mest loyvda ferðin er 80.

Triði bilførarin koyrdi heilar 141 kilometrar um tíman, og tað gevur eina treytaleysa frádøming.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder