Uttanlands

Tvey latið lív í álopi á Kyiv

Sambært upplýsingum hjá Ukraina vórðu m.a. norðurkoreanskar rakettir brúktar í álopinum

(Mynd: Reuters)

(Mynd: Reuters)

2024-08-11 12:53 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tvey fólk hava í nátt latið lív í einum russiskum loftálopi á ukrainska høvuðsstaðin Kyiv, upplýsa myndugleikar í Ukraina.

Tey, sum lótu lív, vóru ein maður og fýra ára gamli sonur hansara. Trý onnur vórðu særd, harímillum ein 12 ára gamal drongur.

Fyribils upplýsingar hjá Ukraina geva ábendingar um, at Russland brúkti eina norðurkoreanska rakett í álopinum, skrivar ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj á X.

Sambært ukrainska herinum hevur Russland brúkt tilsamans fýra norðurkoreanskar rakettir. Í álopinum vórðu eisini brúktar 57 iranskar dronur, harav 53 vórðu skotnar niður av ukrainsku loftverjuni, skrivar tíðindastovan Reuters.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder