Løgreglan støðgaði í gjár tveimum bilførarum, sum eru skuldsettir fyri at koyra ávirkaðir av narkotiskum evnum.
Annar tilburðurin var í Suðuroynni, har løgreglan um middagsleitið støðgaði einum bili, har illgruni var um, at bilførarin ikki var heilt sum hann átti.
Bilførarin varð kannaður fyri narkotisk evni. Tað verður gjørt við einum vattpinni í munninum. Pinnurin verður síðan kannaður í einum serligum narkometri. Tólið gav útslag fyri ávís ólóglig rúsevni, og tí varð blóðroynd tikin, sum verður send til Danmarkar til kanningar, og bilførarin kann vænta eitt rættarmál við krav um, at hann skal missa koyrikortið.
Í gjárkvøldið støðgaði løgreglan eisini einum bili í Havn, har tað var staðfest, at bilførarin hevði tikið notið okkurt ólógligt evni.
Við nærri kanning av bilinum vísti tað seg eisini, at løgreglan fann ólóglig rúsevni í heilt smáum nøgdum, og eisini útgerð ella amboð at brúka hesi evni.
Eisini í hesum førinum verður sakarmál reist móti bilføraranum, sum verður kallaður í rættin fyri brot á rúsevnalógina, upplýsir vakthavandi á politistøðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald