2023-05-10 06:55

Tvey fólk vórðu um vikuskiftið handtikin á flogvøllinum fyri at royna at smugla rúsevni til Føroya.
Hetta upplýsir løgreglan fyri heimasíðuni miðlar.fo.
Fyrra hendingin var fríggjadagin tá ein kvinna varð tikin í tollinum við 100 grammum av kokaini uppi á sær. Hon bleiv í rættinum varðhaldsfongslað fram til 22 mai, og er skuldsett fyri brot á rúsevnislógina.
Sunnukvøldið var ein maður tikin við smáum nøgdum upi á sær. Hann varð avhoyrdur, og leyslatin aftur mánadagin. Mett var, at rúsevnini vóru til egna nýtslu, sigur løgreglan við miðlar.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald