2025-06-11 09:49

Seinnapartin í gjár, stutt fyri klokkan 15, fekk MRCC boð um, at ein bátur var uppsteðgaður í Nólsoyarfirði.
Bjargingarbáturin Rescue Jens varð sendur at hjálpa, og um 17-tíðina vóru bátarnir komnir á Havnina, skrivar Vørn.
Um kvøldið, stutt fyri klokkan 20, bað ein trolari, sum var staddur norðanfyri, um hjálp, tí hann hevði fingið um skrúvuna.
Brimil kom honum til hjálpar, og tíðliga morgunin eftir komu skipini á Vestmanna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald