Innanlands

Tvey stakløg og eitt nýtt orð frá 200 í dag

Sjeynda studioútgávan hjá 200, Reyvheart, kemur eftir ætlan út seinni í mánaðinum.

2023-06-09 12:11 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sjeynda studioútgávan hjá 200, REYVHEART, kemur eftir ætlan út seinni í mánaðinum. 

Og í dag eru komin út tvey stakløg afturat á talgildu stroymingartænasturnar. 

Talan er um løgini La familja, sum snýr seg um at røkja egin áhugamál (og at ikki allar familjur eru ordiligar familjur), og lagið Seinasta heilsanin, sum snýr seg um at kenna seg lumpaðan. Lumpaðan, tí onkur sigur seg arbeiða fyri tí góða, men er veruleikanum arbeiðir fyri hin versta. 

Í lagnum Seinasta heilsanin er eitt nýtt orð. At hallelúgva. At lúgva við bíbliuni í hondini. Prosessin er byrjað at fáa orðið í móðurmálsorðabókina, og ætlanin er at hetta verður ársins orð. Og fyri at gera tað lætt, so er bendingarsnið við dømum og orðingum eisini framleitt, so tað er klárt at implelentera í málið. Hetta er eitt orð, sum hevur manglað, so væntandi verður hetta væl móttikið. 

[object Object]

Áður eru løgini Leðurhúsið og Ilt í fyrstani, givin út talgilt frá komandi plátuni. 

200 spælir á G! í ár, men áðrenn tað verður útgávukonsert tá ið fysiska plátan er komin aftur úr framleiðslu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder