2025-05-26 09:47

Leygardagin vórðu tvey fólk, sum starvaðust hjá Altjóða Reyða Krossi í Gaza, vórðu dripin í einum ísraelskum álopi á býin Khan Younis.
Tað boðar felagsskapurin frá á sosialum miðlum.
Talan er um tveir menn, sum arbeiddu við trygd, skrivar Ritzau.
Í dagføring á Instagram sigur Altjóða Reyði Krossur, at sivila deyðstalið í Gaza ikki kann góðtakast, og kemur felagsskapurin við áheitan á partarnar í stríðnum um at fáa í lag eina vápnahvíld og at virða og verja sivilfólk, harundir neyðhjálpar- og bjargingarfólk.
Ísraelski herurin váttar at hava framt eitt loftálop á Khan Younis leygardagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald