Mentan

Tvey'arin: Sissal skal gevast við at lesa og hugsavna seg um at syngja

- Eg havi næstan ikki hoyrt betri sangara enn hana í Danmark. Tim Schou endaði samanlagt eitt stig aftanfyri føroyska vinnaran. Hann var tó meira smíland og rósandii enn vónbrotin, tá Portalurin hitti hann

"Proud" fekk flest atkvøður hjá hyggjarunum, og tað var Schou errin av og fegin um. Hann setti eisini orð á sterka samanhaldið og serligu evnini hjá Sissal Jóhannu (Mynd: Sverri Egholm)

2025-03-01 22:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Herning, Danmark (Portalurin): Hann tapti stríðið um 1. plássið á pallinum, men tað var ein ógvuliga smílandi Tim Schou, sum Portalurin fangaði fyri løtu síðani í miðlarúminum. Sangarin í "Proud" var errin og fegin um mongu atkvøðurnar:

- Vónbrot merki eg ikki sum so ikki nakað til. Tað er meira takksemi fyri hetta fantastiska kvøldið og hesa upplivingina. Vit allir luttakararnir hava ein góðan felagskap, so tað er stuttligt. Og so hava hyggjararnir "tikið meg í hondina", og tað er ordiliga lekkurt at merkja.

Tim Schou sipar til, at hann fekk flest atkvøður frá hyggjarunum. Hann kappaðist í finaluni við Adel the Second og serliga Sissal. Bert eitt stig skilti nummar eitt og tvey í Melodi Grand Prix 2025, tá atkvøðurnar hjá hyggjarunum og dómsnevndini vórðu taldar saman.

Úrslitini í topp-trý:

1. Sissal – 'Hallucination' 38 point (18 stig frá hyggjarum, 20 stig frá dómsnevndini)
2. Tim Schou – 'Proud' 37 point (23 stig frá hyggjarum, 14 stig frá dómsnevndini)
3. Adel the Second – 'The Unluckiest Boy live' 25 point (9 18 stig frá hyggjarum, 16 stig frá dómsnevndini)

Hóast Tim Schou ikki vann sær pláss í Eurovision hesaferð, so hevur hann roynt tað áður. Tað var í 2011, tá hann sum forsangari í "A Friend In London" endaði á 5. plássi til Eurovision.


Melodi Grand Prix-vinnarin í 2011


Góða íkastið hjá Tim Scou til kvøldið (Video: DR)

Portalurin spurdi dugnaliga sangaran, hvat skuldi til hjá Sissal Jóhannu, nú hon fer at fyrireika seg til stóru uppgávuna í Sveis í mai. Hann hevði greið boð og nógv rós: 

- Also, hygg her....Sissal: Gevst við at lesa til lærara - gloym tað. Tú hevur nakað serstakt, sum man skal satsa uppá. Eg havi næstan ikki hoyrt nakran betri sangara her í Danmark.

- Annars far inn til tað so "ektað og satt" sum gjørligt. Ikki vera bangin fyri at lata tína sál upp fyri restina av Evropa, so tey síggja at hetta er av heilum hjarta.

Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen skal umboða Danmark - og Føroyar - til Eurovision í Basel í mai.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder