Í dag hevur Tvøroyrar Kommuna gjørt sær ein vanga á samskiftismiðlinum LinkedIn. Hetta, tí at kommunan metir, at tað er av stórum týdningi hjá kommununi at vera sjónlig har fólk eru á netinum. LinkedIn er meira vent at tí vinnuliga partinum av internetinum.
LinkedIn verður mest nýtt í vinnuligum høpi, sum staðið har tú hevur ein vanga, ið hevur til endamáls at lýsa tínar vinnuligu royndir og dygdir. Miðilin verður nógv nýttur av teimum, ið søkja sær nýtt starv og av tí at Tvøroyrar Kommuna javnan lýsir við tøkum størvum, vildi kommunan nýta henda møguleikan, skrivar heimasíðan hjá kommununi. Longu nú liggur eitt starv á síðuni.
LinkedIn varð stovnað í 2002 og sjósett í 2003. Í mars 2019 vóru 610 milliónir skrásettir brúkarar á LinkedIn.
Síðan hjá Tvøroyrar Kommunu sæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald