Innanlands

Tvøroyrar kommuna krevur 6.700 krónur fyri tóm býli

Skipanin kemur í gildi á nýggjárinum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2025-12-23 11:03 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tvøroyrar býráð samtykti einmælt á býráðsfundi í gjár at áseta tænastugjald á tóm býli í kommununi galdandi frá á nýggjárinum.

Tænastugjaldið er ásett at vera 6.700 krónur pr. býli um árið. Upphæddin verður endurskoðað á hvørjum ári í desember.

Kommunan skrivar, at ásetingin byggir á nýggja lógarheimild, sum gevur kommunum møguleika at krevja tænastugjald fyri býli, har eingin er skrásettur at búgva sambært Landsfólkayvirlitinum, men har kommunan kortini er áløgd at veita grundleggjandi tænastur fyri vatnveiting,  fráveiting av kloakk, burturbeining av húsarhaldsburturkasti og brunatilbúgving .

Lógin ásetur, at um ein kommuna velur at nýta hesa heimild, skal tænastugjaldið krevjast fyri øll tóm býli í kommununi, uttan mun til um eigarin sjálvur býr í kommununi ella ei.

Umsitingin hjá Tvøroyrar kommunu hevur gjørt eina nágreiniliga útrokning av rakstrarkostnaðinum fyri viðkomandi tænastur. Bygt á miðal rakstrartøl fyri árini 2020 til 2024 og sambært upplýsingum úr bygningsskránni, er miðal kostnaðurin roknaður til 6.700 krónur pr. býli um árið.

Í fíggjarætlanini fyri 2026 er mett, at tænastugjaldið kann geva kommununi inntøkur á umleið hálva millión krónur. Endamálið við gjaldinum er at tryggja eina rímiliga javnvág, soleiðis at útreiðslur til hesar felags tænastur ikki einans verða hildnar av teimum, sum hava skrásettan bústað í kommununi.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder