Innanlands

Tvørpolitiskt tiltak á longsta degi úti í Grøv

Snarrøður, munnhøgg, hugni og sangur verður á skránni

Savnsmynd

Savnsmynd

2019-06-20 08:19 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Á longsta degi, fríggjadagin 21. juni kl. 18, verður spennandi tvørpolitiskt tiltak úti í Grøv, hugnaliga fríøkinum við Borðoyavík. 

Á skránni til hetta serliga tiltak verða snarrøður, har øll valevni, sum eru áhugað, fáa møguleika at halda eina røðu upp á tveir minuttir.

Eisini verða politiskt vinarligt munnhøgg. Tvey valevni ímóti hvørjum øðrum. Tey fáa 1-2 min hvør. Jónleif Johannesen og Óluva Klettskarð hava longu bjóðað seg. Eru onnur áhugað, eru tit vælkomin at boða fyriskiparunum frá hesum. Eirikur í Jákupsstovu verður orðstýrari/klokkustýrari.

Møguleiki verður at grilla sneisabreyð og skúmfidusar á bálskálum, og okkurt verður eisini til matna og drakke, men fólk skulu hava egnan kopp við.

Felagssangur og føroyskur dansur verður eisini á skránni.

Um viðrar verður gongutúrur í hagan seinni um kvøldið.

Fyriskiparar av tiltakinum eru Norðoya Tjóðveldisfelag, Norðoya Javnaðarfelag, Norðoya Fólkafloksfelag, Føroyaflokkurin, SU, Huxa og Unga Tjóðveldið. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder