Innanlands

Týðandi grundarlag undir peninga- og skattakervinum í hálva øld: Í dag verður skipanin sløkt

Arbeitt uppá nýggja skipan í seks ár. Seinnapartin verður gamla skipanin sløkt

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2019-02-28 06:09 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í dag sløkkir Elektron skipanina, sum í hálva øld hevur verið eitt týðandi grundarlag undir peninga- og skattakervinum í landinum.

Hetta er liður í eini stórari umskipan, har fleiri skipanir hjá TAKS, Bústøðum, peningastovnunum og Elektron verða fluttar frá IBM-mainframe tøkni til Microsoft Windows tøkni. Broytingin fevnir um millum annað skattaskipanina, tollskipanina og skipanina til lønarútgjaldingar hjá øllum føroyingum.

Skiftið til nýggja skipan er mest umfatandi verkætlan í søgu Elektron og ein tann størsta, ið er gjørd á KT-økinum í Føroyum yvirhøvur.

Arbeiðið hevur tikið seks ár, og tilsamans hava 27 ársverk verið knýtt at umskipanini hesi árini. Talan er um áleið 40-50.000 forrit og umleið seks milliónir av kotu-linjum, sum eru umskipað fyri at kunna koyra í einum nýggjum tøkniligum umhvørvi.

- Rakstrarkostnaðurin á IBM-mainframe varð vorðin alt ov kostnaðarmikil, og haraftrat vóru møguleikarnir avmarkaðir at víðarimenna skipanina. Umskipanin gjørdist veruleiki, tá tað eydnaðist okkum at gera eina umsetaraskipan, sum gjørdi tað møguligt at flyta alla skipanarkotu frá verandi IBM tøkni til Microsoft tøkni og gera skipanir, sum stuðla undir skipanarrakstrinum í nýggjum rakstrarumhvørvi. Verkætlanin hevur í so máta verið slóðbrótandi fyri føroyska KT-vinnu, sigur Ulla Joensen, stjóri hjá Elektron.

Nýggja skipanin hevur stigvíst tikið yvir uppgávurnar hjá gomlu skipanini, og nú er umleggingin í so mikið tryggari legu, at gamla mainframe-skipanin kann sløkkjast.

Hetta hendir á samkomu seinnapartin, har umboð fyri m.a. TAKS, peningastovnar og almennu fyrisitingina verða hjástødd. Tað verður landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Kristina Háfoss, sum sløkkir skipanina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder