Innanlands

Tykisheimur í SMS

Hvønn dag í komandi viku millum kanst tú ferðast inn í annan heim

2019-06-24 15:12 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nú verður aftur gjørligt at uppliva tykisheimin, ella Virtual Reality, í SMS. Hvønn dag í komandi viku millum kanst tú ferðast inn í annan heim. 

Við serstøkum brillum ber til at ferðast inn í ein heim, ið gevur eina kenslu av, at tú í veruleikanum ert á staðnum, tú sært. Tú kanst hyggja rundan um teg í 360 stigum og fáa allar vinklar og smálutir við. Fólk í øllum aldri kunnu royna brillurnar og sleppa at standa á havsins botnið, ganga á háhúsum, skjóta dinosaurar og mangt annað. 

Tykisheimurin verður at finna uttanfyri Power í SMS í døgunum 24.-29. juni.

- SMS

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder