Í februar fer føroyski bólkurin Týr at hava útgávukonsert í Løkshøll í Runavík.
Hetta verður í sambandi við, at upptøkurnar av framførsluni, sum bólkurin hevði saman við Føroya Symfoniorkestri, verða givnar út. Tað var í februar 2020, at Týr og Føroya Symfoniorkestur spældu tríggjar útseldar konsertir í Norðurlandahúsinum.
Tilfarið verður givið úr sum sett við tveimum fløgum og einari DVD, og eisini sum dupult pláta við nýggjari kápumynd eftir Gyula Havancsák, upplýsir bólkurin í tíðindaskrivi.
Útgávukonsertin í februar verður eisini eitt serstakt hátíðarhald, av tí at tað í januar eru 20 ár síðani, at fyrsta fløga teirra, How Far to Asgard, varð givin út.
Konsertin verður, sum áður nevnt, í Løkshøll í Runavík, leygardagin 26. februar.
Gestatónleikarar vera Pól Arni Holm, Terji Skibenæs, og Kári Streymoy, ið allir eru fyrrverandi limir í Týr. Longu nú ber til at keypa atgongumerki á atgongumerki.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald