2024-09-01 09:41
Tíðliga seinnapartin í gjár varð boðað frá, at ein kvinna var dottin á súkklu inni í einum av tunlunum í Kalsoynni og hevði smekkað høvdið í.
Bjargingartyrlan varð boðsend, og varð kvinnan flutt á Landssjúkrahúsið. Tá løgreglan tosaði við sjúkrahúsið í gjár varð boðað frá, at hon hevði tað gott, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Ein góðan hálvan tíma seinna varð boðað frá einum ferðsluóhappi í Klaksvík,
Sum skilst var talan um ein bil, sum rendi á ein annan. Fólkini, sum vóru í bilinum, høvdu ikki fingið nakran álvarsligan skaða, upplýsir løgreglan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald