Í gjárkvøldið varð bjargingartyrlan send til Viðareiðis eftir tveimum ferðafólkum á Villingadalsfjalli, tað vísti eg tó beinanvegin, at teimum ikki tørvaðu nakra bjarging.
Ferðafólkini vóru farin niðan á fjallið seinnapartin í gjár, og um kvøldið gjørdust fólk á Viðareiði bangin um tey, tá tey enn ikki vóru komin aftur.
Tí varð ringt eftir løgregluni eftir hjálp. Løgreglan boðaði MRCC frá klokkan 20.20, og bjargingartyrlan varð síðani send norð til Viðareiðis.
Tá tyrlan var komin norð, vísti tað seg, at ferðafólkini ikki vóru í neyð kortini. Tey høvdu tikið tjald við sær upp á fjallið og ætlaðu at sova har, og tí varð leitingin avblást, sigur vakthavandi á MRCC-støðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald