Innanlands

Tyrlan send út eftir monnum í Vatnsdali

Boð vóru eftir tyrluni seinnapartin í dag, men alt spældi væl av

Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto

Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto

2018-06-25 20:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um tvey-tíðina seinnapartin varð tyrla send út eftir fýra monnum í Vatnsdali í Suðuroynni.

Ein av monnunum hevði fingið ilt í knæið og fekk ikki gingið, sigur vakthavandi á MRCC-støðini.

Maðurin varð tó ikki fluttur á landssjúkrahúsið, sum mangan verður gjørt í slíkum støðum, í staðin vórðu menninir allir settir av í Hvalba um trý-tíðina.

Vakthavandi veit ikki, hví teir vildu setast av í Hvalba, men so varð gjørt.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder