Innanlands

Týsk kvinna datt við Bøsdalafoss

Vága Bjargingarfelag kom á staðið við fólki og báti og fekk kvinnuna á Landsjúkrahúsið

2019-07-23 07:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinnapartin í gjár fekk alarmsentralurin eina fráboðan um, at ein týsk kvinna var dottin við Bøsdalafoss og hevði fingið skaða í økslina. Hetta skrivar jn.fo 

Tað var skjótt, at ein kvinna frá Vága Bjargingarfelag kom út til Bøsdalafoss, og ein bátur hjá felagnum sigldi út eftir skaddu kvinnuni og sigldi hana á Gróthústanga. Har stóð sjúkrabilur og tók ímóti.

Kvinnan varð flutt á Landssjúkrahúsið til viðgerðar. Tað er ikki greitt, hvussu álvarsligur skaðin í økslini er, ella hví hon datt. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder