Uttanlands

Týski verjumálaráðharrin ætlar at vitja Grønland

Tað hevur týdning at vísa grønlendingum samhuga, sigur Boris Pistorius

Boris Pistorius kunnaði danska starvsbróður sín, Troels Lund Poulsen, um ætlaninar at fara til Grønlands á vitjan í Keypmannahavn í gjár (Mynd: EPA)

Boris Pistorius kunnaði danska starvsbróður sín, Troels Lund Poulsen, um ætlaninar at fara til Grønlands á vitjan í Keypmannahavn í gjár (Mynd: EPA)

2025-07-01 07:29 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Týski verjumálaráðharrin, Boris Pistorius, hevur ætlanir um at vitja í Grønlandi saman við danska starvsfelaga sínum, Troels Lund Poulsen, í september.

Tað skrivar týska dpa tíðindastovan og fleiri týskir miðlar.

- Tí eg vil fegin uppliva Grønland og vísa mín samhuga, sigur Pistorius, sambært Tagesspiel.

Dpa skrivar, at hann heldur, tað vera av stórum týdning at vera sjónligur í Norðuratlantshavi og í Arktis.

Í farnu viku fór Danmark í samstarv við Týskland, Kanada og Noreg um sjótrygd í Norðuratlantshavi. Londini skulu eitt nú samstarva um venjing og innkeypi av verjuútgerð.

Um Pistorius ver á vitjan í Grønlandi saman við danska verjumálaráðharranum í september, so verður tað ikki fyrstu ferð, at Grønland fær vitjan av evropeiskum politikarum í ár.

Fyri tveimum vikum síðani vitjaði franski forsetin, Emmanuel Macron, eisini í Grønlandi.

Áhugin hjá evropeiskum topppolitikarum er uppstaðin eftir at amerikanski forsetin fleiri ferður hevur havt á máli, at hann ynskir at fáa ræði á Grønlandi, og eftir at amerikanski varaforsetin, J. D. Vance, var á stuttari vitjan í Pituffik hernaðarstøðini fyrr í ár.

Bæði Grønland og Danmark hava víst staðiliga aftur, at USA kann fáa ræði á Grønlandi, skrivar Ritzau. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder