
Konservativi flokkurin CDU og systirflokkurin CSU gjørdust vinnararnar av týska valinum í gjár við tilsamans 28,6 prosent av atkvøðunum.
Tað framgongur av endaliga valúrslitinum, sum varð kunngjørt í nátt.
Næststørsti flokkurin gjørdist høgraviðgongdi flokkurin Alternative für Deutschland (AfD) við 20,8 prosent av atkvøðunum. Tað er ein stór framgongd í mun til á seinasta vali í 2021, tá flokkurin fekk 10,4 prosent av atkvøðunum.
Forkvinnan í flokkinum, Alice Weidel fegnast um søguliga úrslitið og sigur, at flokkurin er opin fyri at gerast partur av einari komandi samgongu.
Friedrich Merz, formaður hjá CDU, sum stendur til at gerast nýggjur samveldiskanslari eftir sosialdemokratiska Olaf Scholz, hevur tó fleiri ferðir undir valstríðnum útihýst eitt møguligt samstarv við AfD.
Núverandi stjórnarflokkarnir, sosialdemokratiska SPD og Tey Grønu, hava fingið ávikavist 16,4 og 11,6 prosent av atkvøðunum. Báðir flokkarnir eru møguligir samstarvsfelagar fyri CDU.
Merz sigur, sambært Ritzau, at miðjað verður eftir at hava eina nýggja stjórn klára miðskeiðis í apríl.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald