26 ára gamli sýriski maðurin, sum leygardagin varð handtikin í sambandi við eitt kníválop í týska býnum Solingen, har trý fólk vórðu dripin, er varðhaldsfongslaður.
Sambært týska ákæruvaldinum er hann undir illgruna fyri dráp og fyri at vera limur í yvirgangsfelagsskapi - Islamiskum Stati (IS).
Umframt tey, sum vórðu dripin, vórðu átta onnur særd í álopinum fríggjadagin. Fyrst varð boðað frá, at fimm av teimum særdu vóru álvarsliga løstað, men fýra teirra eru nú uttan fyri lívsvanda, skrivar Ritzau.
Sambært týska ákæruvaldinum royndi 26 ára gamli maðurin at drepa so nógv sum gjørligt orsakað av hansara "viðgongdu islamisku sjónarmiðum", og fór hann eftir teimum, sum hann metti sum "ikki-trúgvandi" og stakk tey fleiri ferðir í hálsin og yvirkroppin, skrivar Reuters.
IS hevur eisini í fráboðan á boðtænastuni Telegram tikið ábyrgdina fyri álopið. Í fráboðanini stóð m.a., at "ein hermaður úr Islamiskum Stati" framdi álopið "sum hevnd fyri muslimar í Palestina og allastaðni".
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald