
15. juni er dagfestingin, har sótthaldið verður tikið burtur sum tilmæli í Føroyum. Tað er eisini dagurin, har Danmark letur mørkini upp fyri ferðandi úr Noregi, Íslandi og Týsklandi.
Norðmenn, íslendingar og danir fara eisini at hava møguleikan at ferðast til Týsklands frá 15. juni. Týski uttanríkisráðharrin, Heiko Maas, boðar í dag frá, at ferðaforboðið fyri fólkum úr ávísum londum verður tikið burtur um 12 dagar.
Borgarar úr ES-londunum, umframt úr Stórabretlandi, Íslandi, Noreg, Liktinstein og Sveis, kunnu frá 15. juni koma inn til Týsklands.
Nú rímiligt tamarhald er á koronasmittuni í flestu londunum í Evropa, er møguligt at lata mørkini miera upp. Heiko Mass slær tó fast, at um útbreiðslan tekur dik á seg aftur, verður ferðaforboðið sett í gildi aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald