Mentan

UB40-hittini fara at runga

Annar dagurin á Summar Festivalurin bjóðar UB40, Dynamit, jazzygold, Grandma's Basement, Linda Andrews og fleiri

2025-08-08 13:03 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag er annar dagurin á Summar Festivalinum í Klaksvík, og lagt er upp til stóran konsertdag.

Stóra navnið á í kvøld er enski reggae-poppbólkurin UB40 við sangaranum Ali Campbell á odda. UB40 hevur hittað við sangum sum "Red Red Wine", "Can't Help Falling In Love", "Kingston Town" og "The Way You Do The Things You Do". Bólkurin hevði fleiri enn 50 sangir á bretska hitlistanum og hevur selt yvir 70 milliónir plátur.

Sí eisini: – Eg eri sera glaður fyri at sleppa til Føroya

Føroyski hittbólkurin Dynamit hevur havt nógvar minniligar framførslur á Vágsbø, og teir vera aftur á bønum í kvøld.

Konsertir vera eisini við Swardi, jazzygold, Grandma's Basement, Systrunum á Lakjuni, Herborg Torkilsdóttir, Ester Skála og Kalas.

Fyrsta konsertin verður klokkan 19 og tann seinasta klokkan 03 í nátt.

Sí eisini: Myndir: Hóskvøld á Summarfestivalinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder